Innanlands

Verkfall hóttir Sjúkrahúsverkið

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava í kvøld vrakað semingsuppskot frá Semingsstovninum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-09-14 19:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðan týsdagin á middegi hevur semingsroynd verið millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, men fyrr í kvøld varð semingsuppskot vrakað.

Tað vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir sum vrakaðu uppskotið.

- Harvið er semingin endað, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við útvarpið.

Og tað kann enda við, at verkfall verður í Sjúkrahúsverkinum.

- Semingsuppskotið liggur ov langt burtur frá tí vit halda, vit skulu hava burturúr hesum samráðingunum, segði Óluva á Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, við Dag og viku í kvøld.

- Vit fara nú at hugsa okkum um í nakrar dagar, og so fara vit at taka støðu til hvat skal henda. Verkfall er natúrlig fylgja tá samráðingar slitna, men nú mugu vit síggja, sigur forkvinnan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder