Innanlands

Verkfallið av og semja gjørd

Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava skrivað undir semju

2020-11-08 16:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Verkfallið hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum er av. Semja er gjørd millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Hesum boða partarnir frá seinnapartin.

Verkfallið sum hevur vart í næstan tríggjar vikur, er sostatt av, og limirnir fara aftur til arbeiðis.

- Fyri Fíggjarmálaráðið hevði tað sera stóra týdning, at nýggi sáttmálin kundi haldast innan fyri ásetta lønarkarmin á 5,8 prosent. Longdin á sáttmálanum, trý ár og tríggir mánaðir, vísti seg at vera ein háttur loysa verkfalsstøðuna, sigur Fíggjarmálaráðið.

Lønarhækkingarnar í nýggja sáttmalanum eru innan fyri karmin, samstundis sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fingu nøkur av sínum krøvum ígjøgnum.

Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder