Innanlands

Verkfallið hert í morgun

Klokkan 8 herdu sjúkrarøktarfrøðingarnir verkfallið

(Savnsmynd: Klara Johannessen)

(Savnsmynd: Klara Johannessen)

2023-10-09 09:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðsta mánadag varð verkfall lýst fyri flest allar seingjardeildir í Sjúkrahúsverkinum, og í morgun varð verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hert.

Frá klokkan 8 í morgun fevndi verkfallið eisini skurðambolatoriið B3 á Landssjúkrahúsinum.

- Vit kunnu nú, eftir eina arbeiðsviku í verkfalli, staðfesta, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur flutt seg nærri samráðingarborðinum, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Herðanin er ein roynd at fáa Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið, og hesaferð at samráðast, heldur enn áhaldandi at diktera sama karm, ið tey hava gjørt síðan apríl, siga sjúkrarøktarfrøðingarnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder