Innanlands

Verkfallið nemir tænastu prestsins

Leiðslan í fólkakirkjuni metir tað vera óhóskandi, at biðja um undantøk, so sóknarprestarnir fáa fylt brennievni á bilin. Frá í dag verður mælt til, at prestur ger tænastu sunnudagar í síni sóknarkirkju. Her er frástøðan millum heimið og kirkjuna avmarkað

2024-05-27 11:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fólkakirkjan: Nú verkfallið dregur út, merkist tað væl hjá teimum, ið ferðast á vegnum. Bensin og diesel er uppi, so bilurin stendur stillur.

Hetta ávirkar eyðvitað tænastu prestsins. Leiðslan metir tað tó óhóskandi, at biðja um undantøk, so sóknarprestarnir fáa fylt brennievni á bilin.

Frá mánadegnum 27. mai verður mælt til, at prestur ger tænastu sunnudagar í síni sóknarkirkju. Her er frástøðan millum heimið og kirkjuna avmarkað.

Hendir okkurt álvarsamt ella talan verður um jarðarferðir, verður í stakførum biðið um nakrar dropar av brennievni til viðkomandi prest.

Undantakið frá meginregluni er presturin við ábyrgd av tilbúgvingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder