Hósdagin varð boðað frá, at sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall mánamorgunin, og at tað fór at raka allar seingjardeildirnar á øllum trimum sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsverkið bað um undantøk til allar deildirnar, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur gingið teimum flestu á møti. Umframt hetta hevur felagið tikið aftur verkfallið á seingjardeildini B7.
Tað segði Óluva í Gong, forkvinna í felagnum við Útvarpið á middegi. Orsøkin er, at B7 er í tí støðu, at tey fáa ikki mannað deildina, sigur hon.
– Tað ber ikki til at koyra verkfall á B7.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava nú tikið støðu til allar umbønirnar um undanøk, og tær flestu umbønirnar eru gingnar á møti.
– Umbønirnar hjá Sjúkrahúsverkinum eru øgiliga realistiskar, sigur Ólavu í Gong.
Verkfallið byrjar mánamorgunin klokkan átta, og undantøkini eru galdandi til hósmorgunin klokkan átta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald