2024-05-27 09:17
Nógv verkafólk eru møtt upp á asfaltverkinum á Sundi í morgun at forða fyri, at asfalt verður koyrt út.
Mett verður, at talan er um millum 70 og 80 fólk.
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur við Útvarpið, at tað er ikki rætt at asfaltera, meðan verkfallið er, tí tey meta tað vera verkfalsrakt arbeiði.
Ætlanin er, at verkafólk verða verandi á Sundi í allan dag og frameftir.
Sambært Útvarpinum er einki virksemi á verkinum í løtuni, og tað verður tað heldur ikki komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald