![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Minesto kunnger í dag, sambært SEV, at felagið fer aftur undir verksetingina av sjóvarfalsverkætlanini í Vestmannasundi um miðjan oktober.
Dr Martin Edlund, forstjóri í Minesto, sigur, at týðandi framstig eru gjørd, og týðandi úrslit eru fingin til vega av tí arbeiði, sum higartil er gjørt í Vestmannasundi.
– Vit hava fingið virðismikla vitan og dátur um ferðingina hjá drekanum, stýrisskipanardátur, og vit hava roynt og fingið váttað flutningin av elorkuni inn á land. Arbeiðið á sjónum við at sleipa og installera gekk eftir ætlan, og tað er sera gott.
Tað er ætlanin hjá Minesto at seta DG100 sjóvarfalsdrekan, sum í juli varð settur út og mátti takast uppaftur, út aftur í sundið um miðjan oktober og at fara undir at framleiða elorku inn á netið hjá SEV.
– Sum áður fráboðað, verður í løtuni arbeitt við at umvæla tjóðurskipanina, og hetta arbeiðið væntast at taka nakrar vikur afturat, sigur Martin Edlund.
Samstundis sum arbeitt hevur verið í Vestmannasundi, hevur Minesto gjørt mátingar av sjóvarfalsviðurskiftunum aðra staðni í Føroyum, við tí fyri eyga at finna hóskandi øki til møguliga størri verkætlan, sigur SEV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald