
Vestmannadagarnir verða skotnir í gongd í dag, mikudagin 3. september. Hetta við litrenning, framsýning, kafe, framløgu við meria.
Afturvendandi tiltakið er á til og við sunnudagin 7. september.
Vestmanna kommuna skrivar, at tað verður Bakkavegur, ið fyri tað mesta verður karmur um Vestmannadagar, har tað millum annað verða konsertir, framsýningar, kappingar, framløgur
- Tó verður hildið fast í siðvenjuni, har vinnan og aðrir aktørar, sum halda til inni á Fjørð, bjóða á gátt fríggjadag.
Leygardagurin er stóri dagurin, har byrjaað við morgunmati í høllini. Síðani verður ein heilur dagur við tiltøkum og virksemi fyri allar aldursbólkar til út á náttina.
Øll skráin fyri Vestmannadagarnar kann síggjast her og annars sæst skráin fyri fyrsta dagin niðanfyri.
Byrjar verður í dag við setan. Hetta klokkan 17.30 á Torginum. Tað er Jákup Jóanesarson, nevdarlimur í trivnaðarnevndini í Vestmanna kommunu, sum setir Vestmannadagarnar, og hornorkestrið spælir.
SKRÁIN MIKUDAGIN 3. SEPTEMBER
TORGIÐ: 17.30 VESTMANNADAGAR VERÐA SETTIR
Jákup Jóanesarson, nevdarlimur í trivnaðarnevndini í Vestmanna kommunu, setir Vestmannadagarnar og hornorkestrið spælir.
TORGIÐ: 17.45 RENN Í LITUM
Lat teg í tíni litríku ella hvítu klæðir, so tú sært út sum ein litpalett, tá ið renningin er av. Renn, gang, trilla ella tað, sum tú hevur hug til. Byrjað verður við Torgið, síðan verður farið fram við kirkjuni og út til Grønanesheimið og heimaftur eftir kaiini og endað verður við Fiskastykkið, omanfyri John’sa handil.
BAKKAVEGUR: 17.30 – 20.00 FÁ HOL Í OYRUNI
Salongin á Bakkavegi 44, í kjallaranum hjá skómakaranum, hevur opið. Kom á gátt og fá hol í oyruni. Kostnaður fyri børn fyri bæði oyru 275 krónur. (vanligur prísur 355 krónur)
VEKTARBÚÐIN: 17.30 – 21.00 KAFE LETUR UPP
Kom á hugnaligu kafeina í søguligu Vektarbúðini og íbúðini, har fyriskipararnir, Helga Gásadal og Kristina Sundstein Borgarlíð selja ymiskt søtt afturvið einum góðum drekkamunni.
GERÐISVEGUR: 17.30 – 20.00 SØLA AV HEIMAVIRKAÐUM VØRUM
Kom á gátt og síggj tær ymsu heimavirkaðu vørurnar, ið eru til sølu hjá Sunfríð Isaksen á Gerðisvegi 10.
SPÆLHÚSIÐ: 18.00 – 21.00 FERNISERING
Herit Magnussen letur upp listaframsýning í Spælhúsinum og trubadururin og vinnarin av Sement 2025, Hans Andrias, fer at syngja og spæla nøkur løg.
VEKTARBÚÐIN: 20.00 BÓKAFRAMLØGA
Lagnusøgur hjá fiskimonnum. Óli Jacobsen greiðir frá vanlukkum á sjónum, sum hava samband við Vestmanna, m.a. um vestmenningin, John á Bakkanum, sum við Queen Victoriu í 1931 lat lív fyri at bjarga sínum skipsfeløgum.
SILKIENNI: 20.00 TABLETOP FØROYAR BORÐSPØL
Kom og spæl borðspøl! Borðspælsáhugafelagið TableTop Føroyar verður í Silkienni við teirra vælumtókta borðspælskvøldi. Tiltakið er fyri ung sum eldri.
Meira - so sum skráin til og sið sunnudagin - sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald