Innanlands

Vestmannavegurin er stongdur í løtuni

Upp til 10 bilar standa fastir vegna nógva kavan og jarðrok. Løgreglan dugir ikki at siga, nær tað er koyrandi har aftur

Høgareyn (Mynd: Landsverk)

Høgareyn (Mynd: Landsverk)

2023-03-14 13:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani boðaði Vestmanna kommuna frá, at nakrir bilar standa fastir á Vestmannavegnum og heitti á bilførarar um at at bíða við at koyra, til løgreglan og Landsverk hava fingið rudda vegin.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðuni í høvuðsstaðnum er talan um 8 til 10 bilar, ið standa fastir, og tað er serliga nógva jarðrokið, ið er trupulleikin. 

Avgerð er nú tikin um at steingja Vestmannavegin - tað er ikki koyrandi eftir honum í løtuni. Løgreglan boðar frá, at tað er ein sperring í Vestmanna og ein í Kvívík, so at bilar ikki sleppa á vegin.

Tað er ilt at siga, nær tað verður koyrandi aftur. Landsverk er har við einari maskinu, og tað snýr seg eisini um, hvussu veðrið hættar sær næstu løtuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder