2025-04-13 17:09

Nú er aftur koyrandi á Vestmannavegnum. Har hevur verið ein støða seinnapartin, sum hevur gjørt, at løgreglan stongdi vegin fyri allari ferðslu.
Talan var um ein borgara, sum hevði tørv hjálp, upplýsir løgreglan.
Støðan hevur loyst seg, og vegurin skuldi lata upp aftur nú klokkan 17, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Eingin annar var nakrantíð í vanda enn sjálvur borgarin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald