
Vestmannavegurin er stondur í løtuni, og verður heitt á fólk um at halda seg burtur.
Tað boðaði løgreglan frá í dagføring á Facebook fyrr í dag.
Fráboðanin hjá løgregluni er soljóðandi:
– Vegna serligar umstøður er Vestmannavegurin stongdur í løtuni og heitir politiið á óviðkomandi um at halda seg burtur. Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni og sagt verður frá, tá koyrandi er aftur.
Dagføring: Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan hevur steðgað einum bili við einum persóni í, og viðkomandi vil ikki fara úr bilinum. Vegurin er tí stongdur av trygdarávum. Hví løgreglan vil hava fatur á viðkomandi, sigur løgreglan einki um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald