2022-12-18 21:02

Koyrilíkindini versna altsamt og nú hevur Landsverk stongt Vestmannavegin fyri í kvøld.
Landsverk sigur eisini, at tað er ikki koyrandi til eysturbygdirnar á Sandoynni, Elduvíkar og Gjógv. Tað eru ring koyrilíkindir á Æðuvíkarvegnum, Millum Fjarða og Eiðisvegnum. Tað er nógv jarðrok á Fuglafjarðarvegnum og á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er ikki koyrandi á Selatraðarvegnum, Syðradal á Streymoynni og Gásadal.
Givist var at grava á Oyggjarvegnum kl. 18. Givist verður at grava kl 21. aftaná tað kann tað vera ógvuliga torført at koma fram millum bygda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald