Innanlands

Vesturstova avhendað í dag

Nú kann eldrasambýli í Fuglafirði hýsa 17 búfólkum. Tað er TN-Bygging, ið hevur havt heildararbeiðstøku í samband við út- og umbyggingina

Sambýli, ið varð liðugt bygt í 1999, hevur fingið fleiri nýggj rúm (Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

Sambýli, ið varð liðugt bygt í 1999, hevur fingið fleiri nýggj rúm (Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

2021-08-24 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag varð Vesturstova formliga avhendað. Eldrasambýlið í Fuglafirði kundi áðrenn út- og umbyggingina av Vesturstovu hýsa 12 búfólkum. Nú kunnu 17 borgarar búgva har, umframt at eitt rúm er til umlætting.

Tað er TN-Bygging, ið hevur havt heildararbeiðstøku, Elcon hevur havt EL arbeiðið, og JHR hevur havt jørð- og kloakk arbeiðið. 

[object Object]
Mynd: Fuglafjarðar kommuna

Vesturstova bleiv avhandað í dag. Sambýli, ið varð liðugt bygt í 1999, hevur fingið fleiri nýggj rúm, so sum starvsfólkarúm, nýggja størri skrivstovu, húsavørðarúm, skolirúm, sjónvarpsstovu, havastovu og ein stóran svala, skrivar Fuglafjarðar kommuna á Facebook-síðu sínari.

- Nú verður arbeitt við at fáa nýtt innbúgv, ið longu er byrja uppá at seta upp.
Hetta er tann endaliga avhendingin fyri samlaðu byggiverkætlanina viðvíkjandi eldrasambýlinum Vesturstovu, og skrásettir manglar verða gjørdir í næstum.

[object Object]
[object Object]
(Myndir: Fuglafjarðar kommuna)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder