2025-07-25 15:10

Nú er við at vera klárt til Tórsfest í Vágsbotni í Havn.
Pallarnir eru komnir upp og seinastu snøklarnir koma uppá pláss nú seinnapartin.
Fyri løtu síðan fór at regna, men vónandi verður tað ikki leingi. Sambært veðurforsøgnini verður eitt sindur av avfalli gjøgnum kvøldið og í nátt.
Tormóður Djurhuus fer á pallin klokkan 17:30 og byrjar harvið Tórsfest 2025. Seinni í kvøld spæla eitt nú Gavin DeGraw, Eivør og Dizzy Mizz Lizzy.
FM1 sendir beinleiðis frá Tórsfest klokkan 17:15. Petur Asbjørn Lervig prátar við fyriskiparar, tónleikarar og festivalgestir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald