Mentan

Víðakend Bachmessa verður framførd komandi dagarnar

Granskarar meina, at J. S. Bach hugsaði sína messu í h-moll sum eitt idealverk, sum savnaði alt hansara lív sum kirkjutónleikari í einum og sama verki – sjálv krúnan á barokktíðarskeiðnum

2025-05-28 20:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havnarkórið hevur aftur í ár sett eitt av stóru kórverkunum á skrá. Hesa ferð er talan um messu í h-moll hjá J.S. Bach. H-moll messan varð skrivað yvir fleiri áratíggjur, har elstu partarnir vórðu skrivaðir longu í 1720unum. Kyrie- og gloria-partarnar skrivaði Bach í 1733. Tað var ikki fyrr enn í 1748, at Bach samlaði verkið í eina heild, ið inniheldur øll tey føstu liðini í katólsku messuni: Kyrie, Gloria, Credo, Sanctus-Benedictus og Agnus Dei.

Eingin ivi er um, at Bach sjálvur sá messuna fyrst og fremst sum kristniboðan í tónum og orðum.

Tónleikurin og serliga vokaltónleikurin hjá Johann Sebastian Bach bera ovurhonds nógv dømi um tónleikaæstetiskar grundreglur, sum vóru galdandi í barokktíðarskeiðnum. Tónleikurin skal lýsa kenslunar hjá einum menniskja, sum verður ávirkað av einumhvørjum. Trúarinnar affektir: Gleði og takksemi fyri lívið, skaparverkið og Kristi uppreisn frá deyðum, vónina um frelsu og ævigt lív.

Harafturat sorg og angist fyri deyðanum og vónin og longsulin til ævigt lív. Allar kenslurnar sameinast í messuni. Kanska er hetta orsøkin til, at Bach javnan í tónleikabókmentum verður kallaður ”Hin fimti evangelisturin” ella ”Tónleikans apostul.”

Verkið er í høvuðsheitum skrivað fyri fimm-ræddað kór (SSATB); fimm solistar og orkestur.

Bach skrivaði oman fyri túsund tónleikaverk, men saman við ‘Kunst der Fuge’ hevur H-moll messan serstøðu millum hansara verk. Hesum báðum verkunum arbeiddi hann nógv við síðstu árini av lívinum, og bæði verkini innihalda hegni og uppfinnsemi, sum vit nærum ikki síggja makan til í tónleikasøguni. Kompositiónshátturin er í høvuðsheitum kontrapunkt, og hesin stílurun nær í hesum verkum sínum hæddarpunkti.

Havnarkórið undir leiðslu av Leif Hansen hevur vant messuna síðani í januar, og tey eru nú klár at framføra saman við frálíkum solistum úr íslandi og einum væl samansettum orkestri.

Messan er ikki framførd í Føroyum fyrr, og tí eru kór, tónleikarar, solistar og dirigentur sera spent uppá at framføra hana.

Konsertir verða í Fuglafjarðar kirkju í morgin, Krists himmalferðadag, klokkan 16 og í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin 30. mai klokkan 18.

Tíðindaskriv frá Havnarkórinum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder