Danski sjónleikarin Nikolaj Coster-Waldau, ið hevur leiklutin sum Jaime Lannister í hitrøðini "Game of Thrones" fekk eina serliga heilsan til Emmy-handanina ígjár. Tað skrivar TV2.
Tá amerikanski sjónleikarin Peter Dinklage, ið hevur leiklutin sum beiggi Jaime Lannister, dvørgurin Tyrion Lannister í "Game of Thrones", stóð á pallinum at taka ímóti virðislønini fyri "Besti mannligi stuðulsleikarin í dramarøð", takkaði hann Nikolaj Coster-Waldau.
"Eisini vil eg takka mín 'bróðir frá einari aðrari móðir'. Eg deili hetta við tær. Tú ert ein fantastiskur, vakur beiggi," segði Dinklage í takkarøðuni.
Bæði Peter Dinklage og Nikolaj Coster-Waldau vóru tilnevndir í bólkinum "Besti mannligi stuðulsleikari í dramarøð", og hóast Peter Dinklage fór avstað við heiðrinum, fór Nikolaj Coster-Waldau ikki heim við ongum.
"Game of Thrones" vann høvuðsvirðislønina fyri bestu dramarøð. "Game of Thrones" var tilnevnd 22 ferðir og varð sostatt tann mest tilnevnda røðin í ár.
"Saturday Night Live" og "Westworld" vórðu báðar tilnevndar 21 ferðir.
"Game of Thrones" gjørdist eisini ársins topskorari og vann tilsamans 9 Emmy-virðislønir.
Les eisini: Video: Fríggjaði til unnustuna á pallinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald