Innanlands

Video: Flogfar hjá donsku verjuni fleyg yvir Paul Watson

Paul Watson og hansara fólk dáma væl at gera nógv burturúr, at danska verjan brúkar tíð og orku uppá grindadráp

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-07-14 06:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Paul Watson og hansara skip, John Paul de Joria, fáa nógv uppmerksemi í hesum døgum. Tjaldrið siglir í hølunum, men eisini hevur eitt flogfar frá donsku verjuni flogið lágt framvið.

Á Facebooksíðuni hjá Paul Watson sæst videobrot av flogfarinum, og nógv erður gjørt burturúr, at danska verjan hjálpir føroyingum við grindadrápi.

John Paul de Joria hevur ligið eystanfyri Føroyar, uttanfyri 12 fjórðingamarkið, síðani grindina í Havn seinasta sunnudag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder