Klokkan 11 í morgun varð Fólkatingið sett.
Til staðar vóru Margreta drotning og Fríðrikkur prinsur, men eisini Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Og Føroyar vóru eisini partur av røðuni, sum Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri helt.
- Skulu vit framvegis halda lív í ríkisfelagsskapinum, skulu vit ikki bara hjálpa hvørjum øðrum. So skulu vit eisini hava størri kunnleika um hvønn annan, so vit bróta fordómar og byggja upp álit.
Lars Løkke sigur, at hetta verður sett í verk, tá hann seinni í ár fer at hitta løgmann og grønlendska landstýrisformannin.
- Føroyar og Grønland ynskja størri innlit og størri leiklut í uttanríkis og trygdarpolitikkinum. Tað setur nýggj krøv á hvønn hátt vit samstarva í ríkisfelagsskapinum.
- Tað er eitt evni, sum stjórnin gleðir seg at arbeiða meira við næstu tíðina, vóru fáu orðini um Føroyar.
Av øðrum, sum forsætismálaráðharrin nevndi í røðuni var millum annað at stjórin frá 2030 at roknað ætlar at steðga søluni av bensin og dieselbilum. Danir skulu heldur keypa hybrid-, el- ella líknandi grønar bilar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald