13. februar verður tann fyrsti av seks pørtum av føroysku krimisendirøðini TROM send á Viaplay, og í morgun gjørdist fyrsti brellbitin frá sendirøðini tøkur.
Torfinnur Jákupsson hevur skrivað leikritið við íblástri úr krimiskaldsøgunum hjá Jógvani Isaksen um tíðindamannin Hannis Martinsson, sum verður spældur av danska sjónleikaranum Ulrich Thomsen.
Aðrir størri leiklutir verða spældir av Maria Rich og Olaf Johannessen. Onnur nøvn á leikaralistanum eru Sissal Drew Hjaltalin, Mariann Hansen, Helena Heðinsdóttir, Hans Tórgarð, Gunnvá Zachariasen og Búi Dam.
Í sendirøðini uppliva vit Hannis Martinsson, sum fær óvæntað boð frá einum einum føroyskum aktivisti, Sonja á Heyggi, ið sigur seg vera dóttir hansara, og at lív hansara er í vanda. Hannis kemur til Føroya fyri at kanna hví Sonja knappliga er horvin, og kemur fram á líkið av henni undir einum grindadrápi í Sandagerði.
Leitanin eftir svari skapar trupulleikar við løgregluna, og tað eydnast Hannesi at avdúka eitt net av loynidómum og lygnum í hesum lítla samfelagnum. Men hvussu langt er hann sinnaður at fara fyri at avdúka sannleikan?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald