Kristiligi sangbólkurin Gadders hevur verið virkin í fleiri ár, og nú eru tey av Nesi til reiðar við eitt útgávu, sum Tutl hevur verið við at staðið fyri.
Talan er "Ein neyð á hjarta liggur", sum er ein sangur, ið Hilmar Jan Hansen hevur umsett til føroyskt. Tað er í høvuðsheitinum sama lag, sum verður nýtt til sálmin "Við náði í Guðs hjarta".
Hans Poulsen hevur framleitt og tvær í kórinum - Jannet H. Højgaard og Hallgerð Brim - hava sett upp (arrangera).
Ljodupptøkurnar eru úr Studio Bloch, sum Hans Poulsen frá IntroVers Studio stóð fyri. Filmsupptøkurnar er gjørd í Fríðrikskirkjuni á Toftum, og hana hevur Andri Gerðisá staðið fyri. Upptøkan sæst ovast í greinini.
Tey níggju í kórinum av Nesi syngja:
Gadders:
Jógvan Olsen
Helen Olsen
Bent F. Djurhuus
Jónhild Djurhuus
Pauli Højgaard
Jannet H. Højgaard
Hallgerð Brim
Petur Hans Hansen
Poula Eyðbritt Reinert Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald