Hann gjørdist ov stuttur til fyrsta plássið, men hann fekk meira enn hann í grundini kom eftir.
Janus Wiberg Mortensen sang seg í gjárkvøldið í finaluumfarið í danska Melodi Grand Prixnum, sum var í DR konserthúsinum. Tað gjørdi hann við lagnum "I Need Your Love".
Men í finaluni saman við Saba og Basim eydnaðist ikki at fáa flest atkvøður samanlagt. Um bara verður hugt eftir áskoðaraatkvøðunum, endaði Janus Wiberg øðrum plássi, men samanlagt bleiv tað til eitt flott triðja pláss.
Les eisini: Janus fleiri atkvøður frá hyggjarunum enn vinnarin
Les eisini: Eitt óvæntað triðja pláss
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald