Mentan

Video: Listin á Glasi flutt í trappurúmið

Kinna Poulsen er glað fyri íløguna, sum er gjørd í list á Glasi. Men hon heldur at staðsetingin kundi verði betri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-11 17:30 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg varð eitt lítið sindur vónbrotin, tá eg kom inn her, sigur Kinna Poulsen listaummælari. Hon sipar til at listin á nýggja miðnámsskúlanum í Marknaðargili hongur í ymiskum uppgongum heldur enn í alrúminum. Hon sigur eisini, at hon er glað fyri, at tríggjar milliónir eru brúktar til list og at úrslitið er gott. 

- Tey listaverkini, sum eg havi sæð hava ótrúliga góða dygd og hava kanska uppiborið betri karmar. Men hinvegin hanga tey nokkso væl. Listafólkini hava týðiligvís hugsað um, at tað er betong, sum listin skal hanga upp ímóti, greiðir Kinna Poulsen víðari frá. Hon heldur eisini at bygningurin sjálvur er ógvuliga flottur. 

- Tað er ein øgiliga flottur rund-bygningur og nógvar detaljur úti í tí stóra rúminum at hyggja eftir, sigur hon millum annað. 

Tú kanst síggja alla samrøðuna við at trýsta á myndina omanfyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder