Fyrsti brellbitin av “Klovn 3: The Final” er tøkur, og hann er, sum so nógv annað frá teimum báðum vinmonnunum, pínligur.
Í brellbitanum síggja vit Casper og Frank á flogvøllinum í Kastrup, og teir siga seg vera ávegis til Íslands.
Stórsjarmørurin Casper fær beinanvegin eyga á tvær ungar kvinnur, og roynir seg við “vaskifrámerki-triksinum”. Hetta riggar bara heilt væl, men verri er hjá Frank, sum lítla løtu seinni roynir at gera honum kynstrið eftir.
Kino.dk skrivar, at “The Final”, sum navnið sigur, verður tann síðsti, og snýr seg um 50 ára føðingardagin hjá Frank umframt hjúnaband og kærleika.
Klovn 3: The Final hevur frumsýning í biografinum 30. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald