Innanlands

Video: Samgonguskjalið byrjar at líkjast

Løgmanssessurin er ein samráðingarspurningur, men í útgangsstøðinum halda vit í flokkinum, at Javnaðarflokkurin sum er størstur, eigur at hava løgmann, sigur Aksel V. Johannesen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-12-17 16:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á fjórða degi eru samráðingar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Samgonguskjalið verður seinnapartin samanskrivað og seinni í dag sent út til tingbólkarnar at gera viðmerkingar.

Í morgin er ætlanin at hava samgonguskjalið klárt, og mánamorgunin verður farið í holt við málsøkjabýti.

Vit hittu Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðara, í løgtinginum fyri løtu síðani. Í Javnaðarflokkinum halda tey, at tey skulu hava løgmann, sigur Aksel V. Johannesen, sum helst verður løgmaður um nakrar dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder