
Tað hoyrist ikki nógv til tey, men tey eru her, umboð fyri umhvørvisfelagsskapir sum Sea Shepherd.
Tey vóru við tá ein stór grind legði beinini í Leynum 12. juni. Talan var um 247 hvalir og grindin varð býtt í drápspartar og heimapartar í Norðstreymoy, Vágum, Kaldbak og Sund.
Grindadráp kann tykjast ógvusligt fyri fólk, sum ikki eru vaksin upp við tí, og tað er sjón fyri søgn í dokumentarfilmi, sum Sea Shepherd hevur framleitt.
Her fylgja tey grindadrápinum frá byrjan til enda. Enntá tá rovini verða burturbeind í einari gjógv norðanfyri Skæling.
Síggj dokumentarin ovast í greinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald