Tað man vera rættiliga langt í millum, at mótasýningar verða gjørdar umborð bjargingarbátinum Sverra og Silju Star, sum vanliga siglir vestur undir land, í Vestmannabjørgini.
Men soleiðis var ein góðveðursdag síðst í august, tá hesir báðir bátarnir løgdu seg út fyri Tindhólm, meðan bólkurin Jasmin spældi undir við lagnum Baby Blue.
Pløggini, sum vórðu sýnd fram vóru gjørd til Blue Fashion Challenge í 2017, har millum annað Shisa Brand úr Føroyum luttók.
Mótasýningin varð gjørd í sambandi við norðuratlantisku fiskivinnuráðstevnuna, sum var í Føroyum. Áskoðararnir vóru Høgni Hoydal og aðrir fiskivinnuráðharrar úr Kanada, Evropasamveldinum, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Russiska Samveldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald