2018-08-06 06:00
Flaggdagsskrúðgonga í Havn 25. apríl í 1950. Filmað í Vágsbotni og í Niels Finsensgøtu.
Litfilmsupptøkur hjá Alf og James Cordiner, feðgar úr Aberdeen í Skotlandi, ið vóru stórir Føroyavinir, og vitjaðu javnan her á klettunum. Samskiftið millum føroyska umboðsmannin í Aberdeen, Sofus Poulsen og Ingu Simonsen í Havn førdi til, at abbasonur James og sonur Alf, Stephen Cordiner lat filmsrullurnar til Føroyar.
Tað er Heri Simonsen, sum hevur lagt hetta, og fleiri aðrar upptøkur á Youtube. Sí fleiri her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald