Uttanlands

Video: Soleiðis sá út tá Margreta bleiv drotning

52 ár seinni letur hon trónuna víðari til Fríðrik krúnprins, sum nú verður kongur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-01 17:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Margreta drotning var bara 31 ár, tá hon, eftir at pápi hennara doyði, yvirtók trónina sum drotning.

Hetta var 14. januar 1972, og nú - 52 ár seinni - letur hon trónuna frá sær til Fríðrik krúnprins, sum verður Fríðrikur kongur tann tíggjundi.

Tað var í nýggjársrøðuni í gjár, at 83 ára gamla drotningin boðaði frá, at hon leggur frá sær. Orsøkin, at hon letur trónuna víðari til sonin heldur enn at sita til hon doyr, er ein skurðviðgerð í rygginum, sum hon fekk í summar.

Sambært danska kongshúsinum er tað fyrstu ferð í 900 ár, at ein kongur ella drotning leggur heitið frá sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder