2020-04-03 22:02
Danmarks Radio savnar hvørt fríggjakvøld danir til felagssang, og í kvøld var føroysk íslett við Teiti Lassen.
Við sanginum “Regnvejrsdag i november” fekk hann danir at syngja við, men hann framførdi á sín serliga hátt og í vøkrum sólsetri á Velbastað. Greitt var frá, at Teitur hevði sett útgerðina upp uppi á takinum, har hann býr.
Brotið, tá Teitur var við, sæst omanfyri, men øll sendingin sæst á dr.dk her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald