Mentan

Video: Tindhólmur í "How to Train Your Dragon"

Stóri filmurin hjá DreamWorks hevði frumsýning hósdagin. Tindhólmur og aðrar myndir úr Føroyum verða brúktar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-16 19:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tindhólmur verður ikki bert brúktur til ríkisfund. Eisini í stóra filminum hjá DreamWorks, How to Train Your Dragon, verður Tindhólmur brúktur sum baktjald.

Filmurin, sum hevði frumsýning í Havnar Bio hósdagin, inniheldur eisini aðrar myndir úr Føroyum. Tað sæst eisini aftur í trailaranum.

[object Object]

Tindhólmur verður brúktur sum mynd til oynna Berk, har víkingar og drekar búgva, men er í filminum gjørdur væl størri enn hann er í veruleikanum.

Hoyr leikstjóran Dean Deblois greiða frá brúkinum av Føroyum í videobrotinum omnanfyri. Verturin greiðir eisini frá, at hon kendi tað aftur - tí hon vitjaði Føroyar í fjør.

Ein brellbiti av "How to Train Your Dragon" sæst niðanfyri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder