(Upptøka: Captain Paul Watson Foundation UK - Faroe Islands Campaign)
Tað eru 24 tímar síðani skipið hjá Paul Watson, John Paul De Joria, kom í føroyskt sjóøki. Nú liggur skipið norðanfyri Føroyar og heldur seg framvegis uttan fyri 12 fjórðingar.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur givið skipinum forboð at fara inn um 12 fjórðingsmarkið.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/07/08/890x590/1688853077g3fqs0mmwo.png)
Captain Paul Watson Foundation UK - Faroe Islands Campaign hevur á Facebook í kvøld lagt videobrot út, har vaktarskipið Tjaldrið sæst nærhendis.
- Meðan føroyskt vaktarskip er á varðhaldi, eru vit á varðhaldi um nøkur grind skuldi komið, sigur felagsskapurin hjá Paul Watson.
Tjaldrið liggur á 12 fjórðingsmarkinum, vil felagsskapurin vera við. AIS-sendarin hjá Tjaldrinum er sløktur, so til ber ikki at fylgja við hvar skipið siglur.
(Skíggjamynd: Fishin.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald