
- Eg skilji faktiskt einki av nøkrum longur tá tað snýr seg um føroyskan politikk. Allur sannleikin liggur í Keypmannahavn ella hjá fregnartænastunum í Keypmannahavn. Eingin sannleiki finst hjá okkum sjálvum.
So bersøgin var Tórbjørn Jacobsen í Stjórnini - Politikkur á skák á FM1 hesa vikuna. Prátað var eitt nú um at PET hevði verið á fundi í løgtingsins uttanlandsnevnd.
Fastir í panelinum í Stjórnini eru Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen. Vertur er Árni Gregersen.
Stjórnin - Politikkur á skák verður sent á FM1 hvønn mikudag aftaná tíðindini klokkan 17.
--
Fólkaflokkurin yvirhálað Sambandsflokkin sum mest konservativi flokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald