Tingfundurin í dag byrjaði klokkan 11, og fyri løtu síðani byrjaði viðgerðin av fjórða málinum á skránni í dag, triðja viðgerð av uppskotinum um fosturtøkulóg.
Uppskotið eiga Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, Karlot Hergeirsson úr Framsókn, Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum, og Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum.
Fimm tingfólk hava lagt eitt broytingaruppskot fram um at útseta gildiskomuna av fosturtøkulógini, sum loyvir fría fosturtøku upp í 12. viku, frá 1. juli 2026 til 1. januar 2027.
Grundgevingin er, at løgtingsval skal vera næsta ár, og við at útseta gildiskomuna til eftir valið, so veljarar í størri mun hava møguleika at velja útfrá spurninginum um fosturtøku.
– Máliðum fosturtøku, sum er rættiliga grundleggjandi fyri nógvar føroyingar, taldist ikki millum høvuðsevnini í valstríðnum til seinasta løgtingsval. Fólkið valdi tí í stóran mun eina samanseting av Løgtinginum út frá øðrum spurningum enn fosturtøkumálinum.
– Við hesum broytingaruppskotinum verður skotið upp, at gildiskoman verður útsett til 1. januar 2027.Tá hevur løgtingsval verið, og veljararnir hava tí størri mun havt møguleika atvalt eitt nýtt Løgting út frá hesum spurninginum, sum er so grundleggjandi hjá so mongum, stendur í broytingaruppskotinum.
Uppskotið er lagt fram av Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum, Bárður á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, og Honnu Jensen úr Framsókn.
Fylgjast kann við viðgerðini her
Dagførd kl. 12.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald