2020-08-04 09:44
Allan gjár var lívligt orðaskifti á tingi fyri at viðgera tað, sum løgmaður bar fram á ólavsøku og ætlanir, sum landsstýrið hevur lagt fyri dagin í hesum sambandi.
Serliga ætlanir um einskiljing og sølu av almennum ognum vóru viðgjørd undir orðaskiftinum í gjár.
Fram móti kvøldið í gjárkvøldið varð fundurin slitin, og viðgerðin verður uppafturtikin í dag klokkan 10.
Umframt aðalorðaskiftið, skulu eisini veljast limir í Norðurlandaráðið á tingfundinum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald