At Russland leyp á Ukraina tann 24. februar 2022 hevur havt avleiðingar fyri allan heimin. Inflatiónin er tann hægsta í 40 ár, orku- og matvøruprísirnir eru hækkaðir munandi, milliardir av skattakrónum eru latnar ukrainska fólkinum og herinum, samstørv eru kvett og havnir eru stongdar.
Men hvussu ávirkar kríggið tey, sum standa allar fremst? Hvussu er lívið í eini skotgrøv? Hvussu er tað liva millum konstantar bumbubrestir og berjast móti russiska herinum?
Hví hevur tað ikki eydnast Ukraina at taka størri landøki aftur frá Russland? Fer tað yvirhøvur at eydnast? Hvønn leiklut hevur umheimurin? Hvørjar eru vónirnar til, at kríggið endar – og hvørjar verða treytirnar?
Hesir spurningarnir verða settir á breddan á tiltakinum “Viðkemur tað okkum?”, sum verður á Hotel Hilton hóskvøldið 7. september.
Á skránni verður prát við tríggjar persónar, ið merkja kríggið á egnan kropp. Tveir teirra heilt bókstavliga.
Heini í Skorini fer at práta við ukrainska sendiharran í Danmark, Vydoinyk Mykhailo, og Sjúrður Skaale fer at práta við systkinabørnini Bjarta Grunnveit Olsen og Bjørn Kallsoy, ið báðir eru føroyskir hermenn í Ukraina. Hetta verður ein videosamrøða, har teirra egnu myndir frá frontinum eisini verða vístar. Umframt hetta spælir Uni Debes við bólki nøkur løg.
Tað er Javnaðarflokkurin á Fólkatingi sum skipar fyri tiltakinum. Tað er ókeypis og byrjar klokkan 20:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald