Innanlands

Vil vita um støðan í heilsuverkinum er broytt

Kaj Leo Holm Johannesen sigur við vp.fo, at sum hann veit um, er tilbúgvingin væl fyri, men greiða skal fáast á, um omikron hevur broytt nakað hesum viðvíkjandi. Í løtuni eru bert trý fólk innløgd, orsakað av koronu, hóast smittutilburðirnir eru methøgir, og spurningurin er, hvussu leingi ymsu tilmælini halda fram

- Eg havi svarað hesum í einum fyrispurningi í fjør, men nú vil eg vita, um nakað er broytt í sjúkrahúsverkinum og eg rokni við at fáa svar heilt skjótt, sigur landstýrismaðurin við Vágaportalin (Mynd: Sverri Egholm)

- Eg havi svarað hesum í einum fyrispurningi í fjør, men nú vil eg vita, um nakað er broytt í sjúkrahúsverkinum og eg rokni við at fáa svar heilt skjótt, sigur landstýrismaðurin við Vágaportalin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-12 09:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er vorið gerandiskostur, at fleiri hundrað nýggir smittutilburðir verða skrásettir, men hetta er ikki longur nakað, ið skapar nakra serliga røring í Føroyum. Tað kemst millum annað av, at fólk troyttast altsamt meira av koronu, tilmælum og øðrum, ið hoyrir til, og nógv geva helst bara eitt himpr, ella als einki, tá alsamt hækkandi smittutøl verða kunngjørd, og tá áhaldandi ávaringar um, at sjúkrahúsverkið kann hokna undir, verða varpaðar út. Tað, at tað tykist meira og meira greitt, at fólk í høvuðsheitinum ikki gerast serliga sjúk av hesum, spælir heilt víst ein stóran leiklut.

Ein nýggj kanning í Danmark vísur eisini, at borgarar í høvuðsheitinum eru nógv minni stúrin fyri koronu enn áður, og tað hongur saman við nøkur av tingunum, ið nevndi eru omanfyri, og tá hugt verður eftir tølunum har: At dagliga smittutalið í Danmark nú javnan kemur upp ímóti 20.000 ella uppum tað, ið als ikki kom fyri áðrenn Omikron, ger ikki mun á hesum økinum, tí um hugt verður eftir talinum av innløgdum, so er tað væl lægri enn seinasta vetur, tá smittutølini vóru  

Aftur mánadagin varð nýtt smittumet sett í Føroyum, har næstan 400 tilburðir vórðu staðfestir. Talan var tó um yvir 4.000 kanningar, og av teimum 1666, sum í løtuni eru skrásett sum smittað, eru bert trý fólk innløgd orsakað av koronu - hetta svarar til 0,18 prosent. Samanlagt eru fimm innløgd við koronu - 7. og 8. desember vóru tíggju koronusmittað innløgd.

Sí eisini: 
Fimm sjúklingar við koronu - tríggir av teimum innlagdir av koronu
Sí yvirlit yvir koronutøl her

Harvið er einki, ið bendir á, at heilsuverkið er undir nøkrum stórvegis trýsti, og nú er meira greitt, hvussu milda Omikron-frábrigdi "skikkar sær". Í gjárkvøldið skrivaði Vágaportalurin, at Kaj Leo Holm Johannesen vil vita, um støðan í heilsuverkinum er tann sama, sum hon hevur verið, ella um nakað er broytt nú omikron herjar í landinum. Hetta varð tikið upp á seinasta landsstýrisfundi.

Landstýrismaðurin í heilsumálum var í fjør inni á, at føroyska heilsuverkið hevur nóg mikið av útgerð, og um vit samanbera okkum við onnur skandinavisk og evropeisk lond, so er okkara tilbúgving væl fyri.

- Eg havi svarað hesum í einum fyrispurningi í fjør, men nú vil eg vita, um nakað er broytt í sjúkrahúsverkinum og eg rokni við at fáa svar heilt skjótt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við vp.fo

Í vikuskiftinum segði landstýrismaðurin soleiðis við Kringvarpið: 

- Eg haldi ikki, vit skulu gera hetta ein dag meira enn tað kemur meining. Tí at logikkurin byrjar at fara og fólk eru æviga troytt av hesum. Og tað verður ringt at blíva við, við hesum her, um ikki okkurt álvarsligt hendir við einum varianti, sum er nógv farligari enn tann sum er nú.

- Eg haldi at farsóttarnevndin skal koma við nøkrum boðum uppá hvussu vit fyrihalda okkum. Eg taki ikki avgerð um hetta, men eg hyggi bara eftir hvørja orku vit brúka í okkara sjúkrahúsverki til testingar. Vit mugu til at meta um, hvussu nógv vit brúka uppá hetta her, og um vit taka resursir frá øðrum diagnosum. Tað kjakið má í gongd nú, heldur landsstýrismaðurin.

Les eisini: Spania fer at handfara korona sum vanligt krím

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder