Innanlands

Vildu hava Trónd Sigurðsson til borgarstjóra

Minnilutin skeyt á býráðsfundinum í gjár upp, at Tróndur Sigurðsson skuldi vera borgarstjóri. Meirilutin feldi uppskotið

Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson á Kommunulistanum (Mynd: Sverri Egholm)

Kári Johansen og Tróndur Sigurðsson á Kommunulistanum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-15 12:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá nývalda býráðið í Tórshavnar kommunu skipaði seg á býráðsfundi í gjárkvøldið vóru tvey uppskot til borgarstjóra. Anfinn Brekkstein og minnilutin skutu Trónd Sigurðsson upp til borgarstjóra, meðan Heðin Mortensen og meirilutin skutu Elsu Berg upp.

Meirilutin feldi uppskotið um Trónd Sigurðsson. Elsa Berg varð vald sum borgarstjóra.

Heðin Mortensen er 1. varaborgarstjóri og Tróndur Sigurðsson er 2. varaborgarstjóri.

Meirilutin í Tórshavnar býráð eru Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin. Minnilutin er Fólkaflokkurin, Kommunulistin og Sambandsflokkurin.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Elsa Berg verður 1. januar nýggjur borgarstjóri í Havn (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder