2023-10-10 08:31
Løgreglan arbeiðir við harðskapsmálunum, sum vóru í náttarlívinum um vikuskifti, og í hesum sambandi vilja tey hava fatur á fólki, sum halda seg hava sæð nakað.
Málið byrjaði við Glitnir, men uppi við Bitan í Steinatúni fekk ein maður eina fløsku í andlitið. Løgreglan fekk ikki fráboðan um málið, men kom fram á hetta í sambandi við annað mál.
Hendingin fór fram umleið frá klokkan 03:50 til 04:20 sunnumorgunin.
Løgreglan hevur telefon 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald