Mentan

Vilja hava fleiri nýbyrjarar til føroyska dans

Tøkum Lætt heitir á øll áhugað at koma til føroyskan dans í Skansastovu sunnukvøldið

2018-11-01 21:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú kvøldini gerast myrk og long fer føroyski dansurin aftur í gongd.

Felagið Tøkum Lætt bjóðar nú øllum áhugaðum at vera við, og miðað verður eftir at hava skránna so fjøltáttaða sum møguligt við styttri vísum og tættum afturat teimum longu kvæðunum.

Dansað verður nú sunnukvøldið klokkan 19 í Skansastovu. Barnadansurin er sama kvøld klokkan 18.

Tøkum Lætt hevur nú dansað í 25 ár og hevur ment seg hesi árini til at vera eitt stórt og aktivt felag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder