Innanlands

Vilja hava Heðin aftur í borgarstjórasessin

Alt bendir á, at Annika Olsen og Gunvør Balle missa meirilutan. Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti, sum er nýggja vikuskiftisblaðið hjá Portalinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-07 08:01 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Alt bendir á, at Annika Olsen og Gunvør Balle missa meirilutan í Tórshavnar býráð á kommunustýrisvalinum týsdagin.

Hetta vísir ein nýggj kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.

500 borgarar í høvuðsstaðarkommununi vóru hóskvøldið spurdir um, hvønn tey fóru at velja týsdegnum.

Úrslitið av valinum verður – sambært veljarakanningini – í stuttum tað, at Tjóðveldi verður stóri taparin, meðan allir hinir listarnir ganga fram.

Eiisni vísir kanningin at havnaborgarar sakna Heðin Mortensen. Ikki færri enn gott 37 prosent av teimum spurdu peikaðu á Heðin Mortensen, meðan Annika Olsen “einans” fekk 13,4 prosent.

Áhugavert í hesi kanningini er at síggja, at tað valevni, ið hevur triðstørstu undirtøku, tá spurningurin snýr seg um borgarstjóran, eisini er at finna á javnaðarlistanum, nevniliga Tróndur Sigurðsson.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder