Innanlands

Vilja hava Paul Watson at møta í Føroya rætti

Løgreglan fer í rættin við málinum um at skipið hjá Paul Watson, John Paul de Joria, fór inn um 12 fjórðingamarkið síðsta sunnudag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-07-15 22:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Paul Watson og hansara fólk hava fingið boð um at møta í Føroya rætti hósdagin. Tað skrivar hann á sínari Facebooksíðu í dag.

Paul Watson er skuldsettur fyri at brotið lógina við at koma í føroyskt sjóøki uttan loyvi.

Løgreglan var seinnapartin í gjár við Rescue Lív umborð á skipinum hjá Paul Watson, sum liggur eystanfyri Føroyar, uttan fyri 12 fjórðingamarkið.

- Í gjár fekk eg áheitan um at játta, at løgreglan skal sigla meg til lands hósdagin at standa til svars fyri ákæruna. Sum um tað fer at henda, sigur Paul Watson.

Tað var sunnudagin 9. juli at John Paul de Joria kom í føroyskt sjóøki. Orsøkin var at grind var í Havn, og í royndini at órógva drápið, valdi Paul Watson at fara inn um 12 fjórðingar.

Skipið lá tá norðan fyri Føroyar, og var ov seint til Havnar og til drápið. 78 hvalir løgdu beinini í Sandagerði sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder