Innanlands

Vilja raðfesta nýtt skip á kalsoyarleiðini

Hóskvøldið var borgarafundur við fólk á Kalsoynni, har Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, saman við Niels Juel Arge, stjóra á Strandferðsluni, Karl Johansen, borgarstjóri, og umboð fyri staðbundnu nevndirnar luttóku

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2023-09-08 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið var avhaldshúsið í Mikladali karmur um borgarafund við fólk á Kalsoynni. Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, saman við Niels Juel Arge, stjóra á Strandferðsluni, stóðu fyri fundinum. Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og umboð fyri staðbundnu nevndirnar luttóku eisini á fundinum.

Endamálið við fundinum var at hoyra bygdafólkið um teirra tørv, tá ið hugsað verður um ferðaætlanina, og teirra hugsanir um eitt nýtt skip fyri 52 ára gamla SAM.

Klaksvíkar kommuna sigur í tíðindaskrivi, at sera góð undirtøka á fundinum.

– Landsstýrismaðurinnevndi eitt nú, at Samferðslumálaráðið arbeiðir við ítøkiligum ætlanum um at fara undir at projektera nýggj skip til Strandferðsluna, og stóð Kalsoyarleiðin ovast á raðfestingarlistanum. Niels Juel Arge greiddi somuleiðis frá um ferðaætlanina og um eina komandi bíleggingarskipan, sum eftir ætlan skal takast í brúk komandi summar.

– Serliga var tað stjórin á Strandferðsluni, sum fekk nógvar spurningar frá áhoyrarunum og lótu fólk ongan iva vera um, at tey ikki ynskja eitt størri skip, men heldur eitt skip, sum kann sigla fleiri túrar, skrivar kommunan.

Eftir framløgurnar var orðið givið til Karl Johansen, borgarstjóra, sum legði dent á, at Klaksvíkar kommuna vil gera alt fyri, at samferðslumøguleikarnir hjá teimum fastbúgvandi eru so góðir sum gjørligt.

Áðrenn orðið varð givið frítt til viðmerkingar, fingu Bjørn Kalsø og Jóhannus Kallsgarð eisini høvið at siga nøkur orð vegna staðbundnu nevndirnar á Syðradali og á Trøllanesi. 

– Orðaskiftið var gott og siðiligt, og fólk vóru sum heild væl nøgd við fundin,skrivar kommunan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder