Stéphanie Laforce var boðin til World New Music Days, sum vórðu hildnir í Føroyum í ár. Hon umboðaði Belgia (Bruxelles-Wallonie), har Forum de la Création Musicale, er limur í altjoða felagsskapinum International Society for Contemporary Music (ISCM), sum stendur fyri hesum árliga festivali ella tónleikaolympiadu. Í Føroyum er tað Felagið Føroysk Tónaskøld, sum er limur í ISCM.
Stéphanie Laforce er margmiðla- og elektroakustisk listakvinna. Hon hevur gjørt eina vindhørpu, sum hon nýtir á ymsum forkunnugum støðum, tekur upp ljóð, filmar og framleiðir ljóðinstallatiónir.
Eysturkommuna hýsti listakvinnuni í samstarvi við Felagið Føroysk Tónaskøld, sum í ár stóð fyri altjóða tónleikafestivalinum World New Music Days, og hon var hjá okkum frá 14.juni til 1.juli.
Fyrri parturin av tíðarskeiðnum fór til at taka upp í ymsum vindstøðum: uppi á Leirvíksfjalli, á Gøtusandi, á Slættaratindi, við Rinkusteinar og við *Pílahúsbygdina. Ljóðinstallatiónin, sum kom burturúr, varð sett upp í Gallarí Havnará og kundi síggjast og hoyrast har í døgunum frá 23. til 27. juni.
Eysturkommuna hevur eitt tilboð við listafólkabústaði, og hesaferð var Jákupsstova karmur um vitjanina. Slíkar vitjanir geva høvi til samstarv við lokal listafólk og við bygdirnar annars, og hesaferð var einki undantak, tí Tummas Jákup Thomsen, fjøllistamaður, var beinasamur vertslistamaður og sýndi Stéphanie Laforce áhugaverd støð til upptøkur hennara og vegleiddi og samstarvaði. Onkur tekning og onkur felags verkætlan um føroysk orð fyri vind komu burturúr. Harumframt vakti Pílahúsbygd hansara stóran ans hjá gestunum.
Tann eina morgunin, tá listakvinnan kom út um dyrnar við vindhørpuni og skuldi festa hana á Pershús yvir av Jákupsstovu í gomlu Norðragøtu, stóð júst eitt filmslið frá France 2 har. Gjørt varð klárt at gera upptøkur um flagtekjur og tosa við Ósbjørn Jacobsen, arkitekt, um føroyskt byggisnið, serliga um flagtekjur.
Hendan spontana løtan í túninum við Jákupsstovu gjørdist til eina upptøku, har prátað varð við listakvinnuna um hennara list og arbeiðshátt, meðan hon setti vindhørpuna upp beint við flagtekjuna. Soleiðis fann fransktmælti miðilin fransktmælta listakvinnu millum húsini her í Gøtu. Og staðfestast kundi, at listin bindur saman og skapar samband.
Ljóðinstallatiónin varð sett upp í Galarí Havnará. Hon var áhugaverd við hátalarum, sum listakvinnan hevði framleitt, eins og video við listarligum filmi frá upptøkustøðunum spældi ímeðan.
Sum heild ein kveikjandi vitjan við einum lokalum akkeri.
* Pílahúsbygdin er ein installatión hjá Tummas Jákupi Thomsen, sum liggur niðri við sjóvarmálan millum Norðragøtu og Gøtugjógv. Skelti við Gamlaveg vísir hvagar slepst oman til hennara.
Eysturkommuna
Fleiri myndir síggjast HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald