Innanlands

Vindorkuverk á Eiði fingið umhvørvisgóðkenning

P/F Vindfelagið í Neshaga ætlar at seta fýra vindmyllur upp norðan fyri Eiðisvatn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-13 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

10. september fekk P/F Vindfelagið í Neshaga umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.

Felagið ætlar at seta fýra vindmyllur av slagnum Enercon E82 upp norðan fyri Eiðisvatn. Vindmyllurnar fara at standa í hagapartinum Suðurhelvt, millum Eiðisvatn og Gjáarvegin.

Hæddin á torninum er 78 m, tvørmátið á veingjunum er 82 m, og samlaða hæddin er 119 m. Vindmyllurnar hava ein framleiðslumátt upp á 3,0 MW hvør, samanlagt 12 MW. Vindmyllurnar fara væntandi at framleiða umleið 36 GWh um árið, sum svarar til nýtsluna hjá eini 7.000 sethúsum.

Simuleringar eru gjørdar av óljóði og skuggakasti frá vindmyllunum. Óljóð stavar í høvuðsheitum frá veingjunum á myllunum. Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt á luftin og sólin skínur ígjøgnum veingjabreiðið hjá myllunum.

Mett verður ikki, at vindmyllurnar verða til ampa vegna skuggakast ella óljóð í nærmastu bústaðarøkjum, skrivar Umhvørvisstovan.

Treytir verða settar um óljóð og skuggakast í góðkenningini.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder