Innanlands

Vindur og turt hesar dagarnar

Tað verður upp í strúk í dag og í morgin

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-04-15 12:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá eitt sindur meiri vindi enn vit høvdu tað mesta av farnu viku.

Í dag er frískur vindur upp í strúk av landsynningi, millum 10 og 12 m/s. Einki avfall og hitin millum 7 og 8 hitastig.

Í morgin veksur hann vindin eitt vet, tó enn strúkur í vindi av landsynningi sunnan, millum 10 og 13,5 m/s. Heldur ikki í morgin verður nakað avfall og hitin millum 7 og 8 hitastig. Sólin kagar eina løtu seinnapartin.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder