Innanlands

Vindurin minkar, men regn aftur í kvøld

Roknast kann við váttligum veðri tá Føroyar spæla móti Montenegro í kvøld

(Savnsmynd: Birgir Kruse)

(Savnsmynd: Birgir Kruse)

2025-10-09 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir regn og nógvan vind í nakrar dagar, verður frægari veður í dag. Tað er nærum slitið í, og sambært veðurstovuni, minkar vindurin so líðandi gjøgnum dagin í dag, og um middagsleitið og seinnapartin verður sólin væntandi at síggja í løtum.

Móti kvøldið fer tó aftur at regna, og roknast kann við regni, tá landsdystur í fótbólti byrjar á Tórsvølli í kvøld kl. 19.45. Føroyar spæla móti Montenegro. Tó verður ikki eins nógvur vindur, og vit hava upplivað.

Regnið sær út til at halda fram í morgin eisini. Tó føroyska veðurstovan og norska veðurtænastan Yr eru ikki heilt samd. Sambært Yr fer tað ikki at regna av týdningi í morgin.

Fylg veðrinum her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder