Útlán til vinnuna vuksu væl seinni í 2019 enn undanfarin ár. Útlánsvøksturin var 1 prosent við ársenda 2019. Hetta er nógv minni enn við ársenda 2018, tá ið útlánsvøksturin var 6 prosent. Tað skrivar Landsbankin á heimasíðu síni.
Útlán hjá føroyskum peningastovnum til vinnuna vóru umleið 5,6 miliardir krónur við ársenda 2019. Tað er ein góður triðingur av samlaðu útlánunum á 15,6 milliardir krónur. Við vinnu verður sipað til bæði privatar og almennar fyritøkur í Føroyum. Danskir peningastovnar veita ikki nógva fígging til føroyskt vinnulív. Verða útlán frá donskum peningastovnum tald við, er útlánið til vinnuna tilsamans 5,9 milliardir krónur.
Fleiri orsøkir kunnu vera til, at vøksturin í útlánum til vinnukundar er minkaður so nógv. Negativu renturnar, sum komu í gildið fyri vinnukundar í 2019 eru ivaleyst ein partur av frágreiðingini. Sannlíkt er, at vinnukundar rinda skuld niður heldur enn at hava pening á bók til negativa rentu
Av útlánum á 5,9 milliardir til vinnuna eigur ráevnisvinnan umleið eina milliard, framleiðsluvinnan 1,4, tænastuvinnan 3,1, og restin – 400 milliónir krónur – er ókent.
Útlán til ráevnisvinnu og framleiðsluvinnu, eru ikki økt nógv í mun til árið fyri. Meginparturin av ráevnisvinnuni er fiski- og alivinna, og í framleiðsluvinnuni eru millum annað ídnaður og byggivinnan. Í tænastuvinnuni eru serliga útlán til gisti- og matstovuvinnuna vaksin í 2019. Upphæddin, ið lænt verður út til gisti- og matstovuvinnuna, er lítil samanborið við aðrar geirar, men útlánini til hesa vinnu eru økt við einum triðingi í 2019, sum er ein lutfalsliga stórur vøkstur, skrivar Landsbankin.
Landsbankin heldur eyga við útlánsvøkstrinum. Er hann størri enn vøksturin í búskapinum, kann vandi vera á ferð. Millum annað vuksu útlánini undan kreppuni í 90’unum og fíggjarkreppuni í 2008 munandi skjótari enn búskapurin. Sambært framrokning hjá Hagstovuni vaks búskapurin (BTÚ) við 6,6 prosentum í 2019 meðan vøksturin í útlánum hjá føroyskum peningastovnum var væl lægri enn tað hetta árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald