Í gjárskvøldið var Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi víst beinleiðis í Kringvarpi Føroya, har fólk og fyritøkur høvdu møguleika at stuðla hjálpararbeiðinum, men vegna tekniskar trupulleikar hjá Føroya Tele eydnaðist tað ikki at kunngera vinnaran av nýggja elbilinum ella endaligu stuðulsupphæddina undir sendingini.
Men tað verður gjørt í morgin.
Í morgunsendingini Góðan Morgun Føroyar í morgin verður endaliga stuðulsupphæddin kunngjørt, og eisini verður ringt til hepna vinnaran, boðar Reyði Krossur frá í tíðindaskrivi.
– Vit eru ómetaliga takksom fyri stóra stuðulin og góðu undirtøkuna – tað er rørandi at merkja, hvussu stórur hugurin at stuðla er ímillum føroyingar, sigur Reyði Krossur, sum heitir á føroyingar um at fulgja við í útvarpinum týsmorgunin aftaná klokkan níggju.
Tað ber framvegis til at stuðla innsavningini og vera við í lutakastinum um ein elbil. Fram til á midnátt í nátt, mánakvøldið, ber til at stuðla við at ringja 905656 ella fara inn á hjalp.fo. Eisini ber til at stuðla uttan at vera við í lutakastinum. Stuðulsmøguleikar síggjast her.
Les eisini: 3,2 milliónir savnaðar inn til Reyða Kross
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald