Hósdagin í farnu viku skipaðu Vinnuhúsið og Uttanríkistænastan fyri almennum heimleiðistiltaki um handils- og uttanríkisviðurskifti.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, bjóðaði vælkomin og legði í røðuni dent á tann stóra týdningin sum góð marknaðaratgongd hevur fyri kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, greiddi frá, at tað kann vera trupult hjá Føroyum at sleppa framat at samráðast um handilssáttmálar við onnur lond, serliga tí føroyski marknaðurin er so lítil. Hann staðfesti tó eisini, at tær handilsavtalur, sum Føroyar hava fingið í lag, ikki eru verri enn samsvarandi handilsavtalur hjá øðrum londum.
Gunnar Holm Jacobsen greiddi eisini frá um samráðingartilgongdirnar, og staðfesti, at í løtuni eru Føroyar ikki í formligum samráðingum við nakað annað land. Tó eru óformligar samrøður og fyrireikingar, við tí endamáli at koma til samráðingarborðið.
Suni Justinussen, stjóri á JT Electric, og Pól í Skorini, søluleiðari á P/F Pelagos greiddu frá um teirra royndir við útflutning til onnur lond. Suni skeyt upp, at føroysku sendistovurnar settu seg væl inn í framleiðsluna og viðurskiftunum annars hjá føroyskum útflutningsfyritøkum, so sendistovurnar vóru væl brynjaðar at skapa samband millum føroyskar fyritøkur og potentiellar kundar á marknaðinum. Pól legði dent á tørvin at kunna goyma frystan fisk á frystigoymslur uttanlands, sum so verður seldur so hvørt. Báðir eftirspurdu meira kunning um tær tænastur, sum sendistovurnar kunnu veita vinnufyritøkum.
Sendifólkini á føroysku sendistovunum greiddu síðani frá um virksemið á sendistovunum. Serliga varð greitt frá teimum vinnuligu tænastunum, eitt nú í sambandi við handilsferðir, handilstiltøk o.a. Sendistovurnar høvdu ofta góð sambond, og høvdu sendistovarnar í fleiri førum hjálpt vinnufyritøkur at koma í samband við møguligar keyparar.
Halla Nolsøe Poulsen og Elisabeth Rasmussen greiddu frá tí nýggjasta um Brexit, og hvussu gongdin hevur verið. Føroyar hava eina handilsavtalu við Stóra Bretland, sum verður virkin, um Bretland fer úr ES uttan nakra avtalu um handil. Í løtuni verður tó ikki roknað við einum ”hard Brexit”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald