Heri Hjelm var 84 ár, nú hann ikki orkaði meira. Hann doyði føðingardagin hjá Evu
konu sínari. Tey fingu 5 børn, 4 gentir og ein drong.
Heri var av góðum bergi brotin. Mamman var Helene Hjelm. Abbin var ein av teimum fyrstu føroyingunum, um ikki tann allar fyrsti, sum hevði merkið í húnar hátt, tá ið teir fóru út av Tvøroyri og til sjós eftir kríggið.
Pápin Arnold Hjelm var av ikki minni góðum fólki, og var skipari og úrmælingur at fáa fisk. Hann førdi skip hjá m.a. Tummas við Kráir, sum átti nógv skip og seinni eisini línubátarnar Tummas við Kráir og Óla Horn.
Listamálarin William Smith fortaldi mær, at tá hann málaði sluppir, so var tað altíð sluppin Maria hjá Tummas við Kráir, sum hann brúkti sum fyrimynd, tí hon var tann vakrasta av øllum skipunum á fjørðinum.
Seinni, tá línubátarnir komu, fór Arnold, pápi Hera, at føra Tummas við Kráir, sum var ein av teimum størstu línubátunum, um ikki tann allar størsti. Tað lá væl fyri hjá Arnold at fáa fisk, ein sannur rokskipari.
Heri var slóðbrótari, men sum ikki altíð, so skal ofta ikki so nógv til, at eitt bogabrot, tá illa vil til, fær korthúsið at rapa.
Sjálvt um Heri royndi í fiskivinnuni - bæðii í teirri heimligu og ikki minst í teirri fjaru, eitt nú í Grønlandi við stórum skipum, so var tað í alingini, at hann gjørdist kendur.
Okur minnast tó tað flotta skipið Umanaq.
Heri tordi at taka stór tøk, og tað gjørdi hann eisini. Hann var mín besti vinmaður, eins og kona hansara Eva, fermeningur mín, var besta vinkona hjá Marnu, konu mínari frá barnsbeini av ( omma mín og omma Evu vóru systkinabørn ). Heri og eg vóru eisini í familju.
Tað var av tí kenda og nógv umtalaða Miðgerðarslagnum frá Jákupi bónda á Ovara Miðgerði til Agrar, yvir Hov og so til Vágs.
Eva var abbadóttir Dias Godtfred, stovnara av brøðrasamkomuni í Vági, og vit vóru
kirkjufólk, hóast tað, so fall ongantíð eitt øvugt orð okkara millum hesum viðvíkijandi.
Heri og eg vóru eisini við, tá Ben Eli stovnaði manskórið hjá Frelsunnarherinum, Orðið á Borðið, og tað var ein frøði at hoyra Hera seta seg til klaverið, ein meistari at spæla, og tað var líka mikið við ella uttan nótar. Sámal tann nýggi leiðarin hjá Frelsunnarherinum hevði eisini nøkur góð orð um Hera til jarðarferðina
Heri var ein av teimum stillu í samfelagnum, hann gjørdi ikki nógvan háva av sær, men tú visti altíð, hvar tú hevði hann.
Seyðürin knýtti okkum eisini saman í felagshaganum Toftahaga, har mong løtan var góð.
Enn nýta vit rættina hjá tí kenda undangongumanninum í Toftahaga. Regin í Toftum.
Í ódnarveðrinum við Roynduni Fríðu segði Regin í Toftum: 1⁄4 eigi eg av allari vágsbygd, nú vildi eg bert átt so mikið, sum fótur mín kundi staði á.
Eftir at vit vóru flutt norður til Havnar fýrdi Eva ikki fyri at koma norður at vitja okkum á Janusargøtu 46. Eva og Marna vóru vinkonur frá barnsbeini av og gingu í sama flokki í Vágs skúla.
Eli hjá Diasi, mammubeiggi Evu, var fyrsti maður, sum byrjaði at ala síl og laks. Hetta gjørdi hann í Grønadali í Hovi. Eftir hann tók Heri Hjelm við eisini í Grønadali í Hovi, men nýtti ikki hyljar, sum Eli, hann fór, sum allir aðrir alarar, og setti smolt á sjógv, hann royndi, men tað gekk long tíð, áðrenn smoltið fór at eta. Hann fann so uppá ráð og søkti um at fáa loyvi til at seta smolt niðan á Hovsvøtnini.
Heri hevði sera stóra klekistøð og nógv onnur hús í Grønadali, men tað, sum gjørdi Hera til slóðbrótara var, at hann mátti finna ein máta at fáa smoltini at eta skjótari, eftir at tey vóru komin út av klekistøðini og á sjógv, ofta gekk ein heilur mánaður, til tey fóru at eta á sjónum.
Heri gjørdi so eina roynd uppi á vøtnunum, har kundu tey so læra at ganga í nótum við smáum meskum og eisini eta. Hetta eydnaðist. Slottið var vunnið, og tá so smoltið fór á sjógv, ótu tey sama dagin.
Heri Hjelm gjørdi eisini royktan laks og var í ávísum føri eisini sín egni sølumaður. Alt gongur til eina tíð, inntil bogabrotið miklað, sum her, steðgaði øllum.
Sjálvt um vit ikki sóust so nógv ta seinastu tíðina, tí vit vóru flutt til Havnar, so vistu vit altíð, hvar vit høvdu hvønn annan.
Nú er so einki strev og stríð meira, og tú Heri hevur fingið frið.
Eg vil hervið vísa mìna samkenslu við tykkum øllum, sum mist hava.
Takk fyri alt Heri, og hvíl í friði, góði vinur.
Jákup Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald